Skip skulu ikki revsast við at missa dagar

07.08.2014 - 11:36
InnlendisPolitikkur
Skip skulu ikki revsast við at missa dagar
Edva Jacobsen, løgtingskvinna, vísir á, at nógvir fiskidagar eru óbrúktir, tí skip hava roynt aðrastaðni

Tað er skeivt at revsa skip við at taka óbrúktar frá teimum.

Tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin. Hon hevði eisini orðið, tá fiskidagarnir vóru til viðgerðar í tinginum í gjár.

Edva Jacobsen vísti á, at nógvir fiskidagar eru eftir, tí skipini hava roynt aðrastaðni enn undir Føroyum, m.a. á Flemish Cap. 

Men verða ráðini frá Havstovuni fylgd, skulu óbrúktu dagarnir takast úr skipanini, og haraftrat skulu dagar, sum eru eftir, skerjast munandi. Tað merkir, at fiskidagarnir verða skerdir 60-70 prosent í einum og einir 400 fiskimenn gerast arbeiðsleysir, segði løgtingskvinnan hjá Sambandsflokkinum.

Hoyr Edvu Jacobsen i tinginum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327