Vilja varðveita skúlar í Hósvík og Hvalvík

07.08.2014 - 13:42
InnlendisPolitikkur
Vilja varðveita skúlar í Hósvík og Hvalvík
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, at eingin ætlan er at niðurleggja frítíðarskúlan og barnaansingina í bygdunum

Í Hósvík og Hvalvík eru fólk farin at savna undirskriftir fyri at varðveita barnaskúlarnar í bygdunum.

Sunda kommuna samtykti í juni, at allir skúlar í Sunda kommunu skulu leggjast saman í ein felags skúla, sum skal byggjast upp í verandi felagsskúla á Oyrarbakka. Næmingarnir í 1.-7. flokki, sum nú ganga í skúla í teimum ymsu bygdunum í Sunda kommunu, skulu sostatt eftir summarfrítíðina í 2016 í skúla á Oyrabakka.

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, skilir væl óttan, men ongar ætlanir eru um at niðurleggja frítíðarskúlan og barnaansingina í bygdunum, sigur hann.

Mynd: Hvalvíkar skúli, sum verður niðurlagdur
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232