Kommunur fáa forskatting av pensjónum

13.08.2014 - 07:56
Innlendis›Politikkur
Kommunur fáa forskatting av pensjónum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, mælir kommununum til at minka útreiðslurnar og leggja brúkaragjald á

Landsstýrið hevur onga ítøkiliga ætlan um, hvussu landið og kommunurnar skulu fíggja ætlaða skattalættan til lág- og miðallønt.

Men uppskotini úr landsstýrinum eru, at kommunurnar minka sínar útreiðslur og leggja brúkaragjald á virkir og privatpersónar.

Landsstýrið ætlar, at kommunurnar skulu vera við at fíggja ein skattalæta til tey lágløntu og miðalløntu. Men tað hava kommunurnar ikki ráð til, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at við eldraøkinum fáa kommunurnar aðrar inntøkur, millum annað størsta partin av forskattingini av pensjónum. Og aðrir møguleikar eru eisini.

Jørgen Niclasen og Heðin Mortensen vóru í kjakinum í Degi og Viku í gjárkvøldið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334