Jákup Mikkelsen fær onga frágreiðing

18.08.2014 - 15:44
InnlendisPolitikkur
Jákup Mikkelsen fær onga frágreiðing
Tað er til fánýtis at spyrja Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um veiðiloyvini í Kyrrahavinum, sum nú eru endað sum uppsjóvarloyvi

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar sær ikki at koma við nakrari frágreiðing til Jákup Mikkelsen, løgingsmann og partamann sín í Fólkaflokkinum, sum vil hava at vita, um handfaringin hjá Fiskimálaráðnum av veiðiloyvum samsvarar við lógina.

Málið snýr seg um veiðiloyvini í Suðurkyrrahavinum, sum við vælsignilsi úr Fiskimálaráðnum eru vekslað um til virðismikil makrelloyvi í føroyskum sjógvi.

Jákup Mikkelsen bað eftir hvassorðaðan tingfund fríggjadagin um at fáa eina frágreiðing frá Fiskimálaráðnum og landsstýrismanninum um, hví hendan handfaringin er loyvd.

 

Mynd: Jákup Mikkelsen er formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776