Sýni og Dýpi - samvirkin lærubók í føroyskum

20.08.2014 - 15:44
InnlendisSamfelag
Sýni og Dýpi - samvirkin lærubók í føroyskum

NÁM gevur nú út nýggja føroyska samvirkna bók til lærugreinina føroyskt í miðnámsskúlunum.

Nyggja bókin kallast Sýni og Dýpi, og er úrslitið av einum samstarvi millum NÁM og danska forlagið Systime.

Systime hevur ment sBókaskipanina, sum NÁM hevur keypt sær rættindi at nýta. NÁM hevur gjørt alt innihaldið í sBókini í samstarvi við føroyskar rithøvundar, týðarar og serfrøðingar, og við íblástri úr einari norskari lærubók.

Bókin er netborin, og er samvirkin á tann hátt, at brúkarar kunnu koma við hugskotum og rættingum. Bókin hevur - umframt vanligar tekstir - ljóðupptøkur, filmsbrot, myndir, greiningarfrymlar, orðagreiningar og uppgávur.

Hoyr Dorit Hansen, ritstjóra, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221