Ølkríggið er gull vert hjá Føroya Bjór

22.08.2014 - 09:15
InnlendisSamfelag
Ølkríggið er gull vert hjá Føroya Bjór

Kravboð og hóttanir um stevningar hava sjáldan nakað gott við sær, men í hesum førinum koma tær væl við hjá Føroya Bjór í málinum um gullølina í Íslandi. 

Tað sigur Niels Arge Galan, formaður í felagnum Samskifti og stjóri í lýsingarfyritøkuni Sendistovuni.

Kravboð komu annars úr Íslandi til Føroya Bjór um, at føroyska gullølin skuldi av íslendsku handilshillunum - og hótt varð við stevning og rættarmáli.

Síðani hevur Føroya Bjór einki frætt aftur úr Íslandi - og føroyska ølið er framvegis á íslendsku handilshillunum.

Nú sigur sakførarin hjá Ølgerðanum, sum bryggjar ølið Egils Gull, at tað als ikki er óhugsandi, at íslendski marknaðurin rúmar bæði Egils Gull og Føroya Bjór Gull.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114