Upprit: Landsstýrismaðurin hevur heimild at býta øðrvísi

Upprit: Landsstýrismaðurin hevur heimild at býta øðrvísi
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur gjørt av at lata 35.000 tons av svartkjaftakvotuni sum felagskvotu
Stórur partur av tekstinum í innlitinum, sum Kringvarpið hevur fingið, er strikað yvir.
 
17.05.2024 - 11:56

Fyrisitingin í Fiskimálaráðnum metir, at landsstýrismaðurin hevur heimild at býta svartkjaftin øðrvísi enn higartil. 

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. 

Dennis Holm hevur í kunngerð valt at útluta 35.000 tons av svartkjaftakvotuni í ár sum felagskvotu við hámarki, 2.500 tons fyri hvørt fiskifar.

 

Metstór kvota

Landsstýrismaðurin vísir á, at svartkjaftakvotan er metstór í ár, heili 543.000 tons, og tí er tað eitt politiskt ynski at býta nakað av hesi kvotuni øðrvísi.

Tað segði Dennis Holm í løgtinginum 11. apríl.

Felagið Nótaskip heldur ikki, at landsstýrismaðurin hevur hesa heimild einsamallur, tað vil siga einans við kunngerð, uttan at broyta sjálva sjófeingislógina.

Felagið fekk tí advokatin Niels Winter Poulsen at gera eina løgfrøðiliga meting. Hansara niðurstøða er tann sama sum hjá Felagnum Nótaskip.

Les niðurstøðuna hjá Niels Winther Poulsen her.

 

Niðurstøðan hjá Nielsi Winther Poulsen, advokati, er tann sama sum hjá Nótaskipum.
 

Eru innan fyri heimildina

Eftir at málið er kært til Umboðsmannin, hevur Kringvarpið nú fingið partvís innlit í eitt samanskrivað notat, ið tekur saman um metingina hjá fyrisitingini í Fiskimálaráðnum.

Notatið er dagfest 29. apríl, tað eru fimm dagar eftir at kunngerðin um broytta svartkjaftabýtið varð lýst.

Í notatinum verður drigið samanum, at heimildin at skipa fiskiskapin er breið, og mett verður, at ein broyting í býtinum av svartkjaftinum í 2024 er innan fyri heimildina.

Stórur partur av tekstinum í innlitinum er strikað yvir. Men sambært tí, sum ber til at lesa, skrivar Fiskimálaráðið, at luturin ella parturin til teir søguligu aktørarnar er ikki greitt ásettur í lógartekstinum, og heldur ikki býtið millum søguligu aktørarnar. Og tí kann hesin bólkur ikki metast at hava ein lógartryggjaðan rætt til ein ávísan part av heildarkvotuni.

Les notatið hjá Fiskimálaráðnum her.

Svartkjaftabýtið fyri 2024 er kært til landsstýrismálanevndina. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, hevur kært Dennis Holm, landsstýrismann. Kæran er ikki viðgjørd enn.

Í landsstýrismálanevndini eru umframt Hans Jacob Thomsen, sum er formaður, Bárður á Steig Nielsen og Hanna Jensen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449