Vilja hava heilsurøktarar í onnur størv á LS

26.08.2014 - 16:19
Innlendis›Samfelag
Vilja hava heilsurøktarar í onnur størv á LS
Aðrir møguleikar eiga at verða kannaðir, áðrenn heilsurøktararnir verða uppsagdir, sigur Heilusrøktarafelagið

Heilsurøktarar kunnu arbeiða á fleiri deildum á Landssjúkrahúsinum, og teir møguleikarnir eiga at verða kannaðir, aðrenn níggju heilsurøktarar, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, verða sagdir úr starvi.

Tað vóru greiðu boðini frá forkvinnuni í Heilsurøktarafelagnum, Maibritt Mohr, sum saman við tveimum álitisfólkum hitti leiðsluna á Psykiatriska deplinum í dag.

Heilsurøktararnir verða sagdir upp, tí 10 av 15 búfólkum á deplinum hava fingið bústað á nýggjum stovnum í Havn, sum hoyra undir Almannamálaráðið.

Psykiatriski depilin hoyrir undir Heilsumálaráðið, og sambýlini Eystan Heyg og Millum Heyggja hoyra undir Almannamálaráðið. Tá talan er um nýggj størv á nýggju heimunum, skulu tey lýsast leys, og tí kunnu starvsfólk á Psykiatriska deplinum ikki flytast yvir í nýggju heimini, men noyðast at søkja størvini, tá tey verða lýst leys.

Hoyr samrøðu við Maibritt Mohr, forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334