Kári P. Højgaard: Allar heimildir vóru í lagi

bannari
28.08.2014 - 13:33
InnlendisPolitikkur
Kári P. Højgaard: Allar heimildir vóru í lagi
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum verður avhoyrdur í Dómhúsinum í dag

- Eg gjørdi onki uttan at spyrja løgfrøðiligu ráðgevingina fyrst.

Tað segði Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, tá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, fyrrapartin avhoyrdi hann í málinum um Skálafjarðartunnilin.

Kári P. Højgaard segði, eingin ivi var um heimildirnar, og hann fekk at vita frá løgfrøðiligu ráðgevingini, at tað, sum varð gjørt í málinum, var í lagi. Hini landsstýrisfólkini vórðu eisini kunnað um gongdina í málinum um Skálafjarðartunnilin.

Kári P. Højgaard segði, at tá løgmaður avgjørdi at beina málið aftur í tingið, kendi hann seg settan til viks. 

Hoyr Jan Lamhauge greiða frá úr Dómhúsinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360