Kringvarpið sleppur ikki at framleiða landsdystir

04.09.2014 - 11:51
Innlendis›Samfelag
Kringvarpið sleppur ikki at framleiða landsdystir
UEFA hevur gjørt avtalu við eitt týskt felag um at standa fyri at sjónvarpa EM- og HM-undandystirnar

Allir dystirnir hjá fótbóltslandsliðnum í næstu EM- og HM-undankappingum verða sendir í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, men tað verður eitt týskt felag, sum fer at standa fyri at sjónvarpa dystirnar í HD-dygd.

Samráðingar hava eina tíð verið millum UEFA og Kringvarpið um rættindini, og nú eru partarnir komnir ásamt um eina avtalu.

Kringvarpsmanningin hevur staðið fyri at sjónvarpa landsdystir fyrr, og í samráðingunum við sveisiska felagið, sum samráddist fyri UEFA, legði Krinvarpið eisini dent á at fáa eina føroyska loysn fyri næstu dystirnar. Men tað eydnaðist ikki, hóast ein føroysk loysn hevði verið nógv bíligari hjá UEFA, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329