- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar ikki fingið boð úr Kina um alilaks
09.09.2014 - 12:19
Innlendis›Vinna
Føroyar ikki fingið boð úr Kina um alilaks
ILA varð fyrstu ferð staðfest í Noregi í 1984. ILA virus hevur eisini verið í Føroyum, seinast í februar í ár, men tá varð sjúkan ikki staðfest her

Í morgin sleppa norskir alarar ikki longur at selja heilan laks í Kina.
Kinesisku myndugleikarnir krevja váttan fyri, at laksurin ikki hevur ILA, tí Kina vil ikki hava hesa virusfiskasjúkuna til landið.
ILA varð fyrstu ferð staðfest í Noregi í 1984. ILA virus hevur eisini verið í Føroyum, seinast í februar í ár, men tá varð sjúkan ikki staðfest her.
Myndugleikarnir í Kina siga, at ILA virus varð funnið í norskum laksi í summar.
Føroysku matvørumyndugleikarnir hava ikki fingið slík boð úr Kina, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















