Føroyar fáa fríhandil við Turkaland

10.09.2014 - 19:01
Innlendis›Politikkur
Føroyar fáa fríhandil við Turkaland
Hetta er eitt stórt frambrot, sigur samraðingarleiðarin

Føroyar og Turkaland eru á gáttini at skriva undir ein fríhandilssáttmála.

Seinastu tveir dagarnar hava samráðingarfólk frá Uttanríkistænastuni og TAKS tingast við eina turkiska samráðingarnevnd í Ankara.

Seinnapartin eydnaðist pørtunum endaliga at semjast um sáttmálatekstin í nyggja fríhandilssáttmálanum millum Føroyar og Turkaland.

Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna, hevur staðið á odda fyri føroysku sendinevndini, og hann heldur, at talan er um eitt stórt frambrot, nú fríhandilssátmálin er komin undir land.

 

Mynd: Gunnar Holm-Jacobsen, vinstrumegin, í samrøðu við umboð fyri turkisku myndugleikarnar
.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115