- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Í dag seta vit Grønland á Breddan.

Umleið 120 vinnulívsfólk úr Føroyum hava síðstu dagarnar verið við á stórum vinnuátaki í Grønlandi.

Í gjárkvøldið undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Grønlands Erhverv eina samstarvsavtalu, sum skal styrkja bondini millum vinnulívið í báðum londum.

Tað er nógv virksemi í Grønlandi, og risa íløgur skulu gerast á fleiri økjum. Talan er um útbyggingar á orkuøkinum, teleøkinum og infrakervinum sum heild.

Eisini skulu nógvir pengar brúkast til at fáa gongd á eina námsvinnu í Grønlandi. Ferðavinnan skal mennast, og eisini skulu nógvir bústaðir byggjast og aðrir umvælast.

Aftrat øllum hesum koma tær útbyggingar, sum skulu gerast á trygdar- og verjuøkinum.

Við í sendingini: Kristin Isholm, Marius Olsen, Tummas Lervig, Benjamin Deveci, Christian Keldsen, Kristian Stórhamar og Jón Sigurðsson

Gjørt sendingina: Jón Brian Hvidtfeldt og Katrin Johannessenn, sum eisini var redaktørur.

Teknikari: Kári Annand Berg

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.