Gamli Sildberin seldur uttan heimild

13.09.2014 - 14:01
InnlendisPolitikkur
Gamli Sildberin seldur uttan heimild
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, heldur, at alt fór ikki rætt fram, tá gamli Sildberin varð seldur

Málið var fyri í tinginum mikudagin, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni.

Páll á Reynatúgvu sigur, at eingin materiell heimild er at selja gamla Sildberan, og hann vil hava málið aftur í tingið.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, viðgongur, at skipið átti at verið lýst til sølu, men hann heldur, at landskassin hevur fingið væl burturúr, tí hann hevur fingið tvær ferðir so nógv fyri gamla Sildberan, sum skipið varð mett at vera vert.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730