Umbønin frá ÍSF verður neyvan játtað

11.11.2014 - 13:42
InnlendisPolitikkur
Umbønin frá ÍSF verður neyvan játtað
Sjálvboðið, ólønt arbeiði eigur framvegis at vera stórur partur av fíggingini hjá ítróttini í Føroyum, heldur formaðurin í fíggjarnevndini

ÍSF, Ítróttarsamband Føroya, hevur biðið um 30,7 mió. kr. úr landskassanum.
Í umsókn, sum varð send Mentamálaráðnum í september, verður biðið um 20,7 mió. kr. til raksturin í fíggjarlógini fyri 2015. Harafturat vil ÍSF hava landið at rinda tíggju milliónir til nýtt ÍSF-hús.

Mentamálaráðið hevur sett sjey milliónir krónur í fíggjarlógaruppskotið fyri 2015. ÍSF hevur biðið Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, sum nú hevur fíggjarlógaruppskotið, um fund um umsóknina um góðar 30 mió. kr.

- Sjálvboðið, ólønt arbeiði eigur framvegis at vera stórur partur av fíggingini hjá ítróttini í Føroyum.

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Og tað er neyvan sannlíkt, at ÍSF fær tríggjar ferðir so nógv til raksturin úr landskassanum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949