Húsagangur ávirkar umvælingina av kirkjuni

12.11.2014 - 11:23
InnlendisSamfelag
Húsagangur ávirkar umvælingina av kirkjuni
Byggifyritøkan Børkin er farin í gjaldssteðg, og bústjóri er settur

Byggifyritøkan Børkin í Havn,er farin á húsagang. Fyritøkan hevur eitt ár á baki, og tað vóru Træsmiðjan og Bygningssnikkaravirkið, sum løgdu saman, og róptu seg Børkin.

Fundur var í Skiftirættinum í gjár, og Niels Winther Poulsen er settur bústjóri.

Børkin hevði frá byrjan av 34 fólk í arbeiði.

At Børkin er farin á húsagang, rakar millum annað umvælingararbeiðið av skjótt 85 ára gomlu kirkjuni í Hósvík.

Umvælingararbeiðið varð mett at kosta 4,8 miljónir krónur.

Hoyr Signheðin Davidsen, formann í í kirkjuráðnum fyri Hósvíkar kirkju, í útvarpstíðindunum.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558