Reiðarin: Vit skilja einki

12.11.2014 - 09:25
InnlendisSamfelag
Reiðarin: Vit skilja einki
Málið um Christian í Grótinum kemur fyri rættin í Lerwick 9. desember

Enn er eingin ákæra reist ímóti skiparanum á uppsjóvarskipinum, Christiani í Grótinum, sum í góð tvey samdøgur lá í Lerwick í Hetlandi.

Reiðaríið veitti í gjár trygd fyri umleið 200.000 kr., sum myndugleikarnir í Hetlandi kravdu, áðrenn skipið kundi loysa.

Christian í Grótinum er nú á veg til Føroya, og í dag verður kannað, um tey 300 tonsini av feskum makreli, sum eru í tangunum, kunnu seljast til matna, ella um tey mugu fara til ídnað.

Tað einasta, sum skiparin og manningin fingu at vita, var, at málið er útsett.

Tað sum hendi, er óskiljandi, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Christiani í Grótinum.

Shetland News skrivar í kvøld, at skiparin á Christiani í Grótinum, Páll Klein Rasmussen, er ákærdur fyri brot á tvær ES-reglur. Onnur er um kemiska viðgerð av fiskinum, og hin er um, at fiskurin ikki verður frystur, so skjótt sum hann er skildur.

Málið kemur fyri í rættinum í Lerwick 9. desember.

 

Mynd: Kristian Martin Rasmussen, reiðari
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360