Kubbin fer í søguna

13.11.2014 - 09:23
InnlendisSamfelag
Kubbin fer í søguna
Tað verður bíligari at koyra í Vágatunlinum, men prísurin at koyra í Norðoyatunlinum verður óbroyttur

Kubbin fer í søguna, tað verður bíligari at koyra gjøgnum Vágatunnilin, men eingin prísbroyting verður í Norðoyatunnlinum.

Tað boðar felagið Tunnil frá í morgun.

Broytingarnar koma í gildi á nýggjárinum.

Broytingarnar hava við sær, at:

- Prísurin fyri hvønn túrin, aftur og fram við haldi, lækkar úr 50 niður í 30 krónur

- Árshaldini lækka úr 700 krónum niður í 500 krónur um mánaðin.

- Fyri tey, sum hava árshald í báðum tunlunum, verður prísurin 1100 krónur um mánaðin.

- Prísurin fyri hvønn túrin aftur og fram, uttan hald, verður óbroyttur - 100 krónur

Hoyr Una Danielsen, stjora fyri Norðoya- og Vágatunnilin, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816