Melkart 2 í fiskivinnuhøvuðsstaðnum

Melkart 2 í fiskivinnuhøvuðsstaðnum
Fólkið á Kósabrúnni hevði hug at smírast, tá Kringvarpið var í Klaksvík fríggjadagin at fregnast um russiska skipið, men líkasælan hjá myndugleikunum er eyðsýnd
Melkart 2 við Kósabrúna í Klaksvík fríggjadagin.
 
29.09.2025 - 10:51

Vitsti tú ikki betur, so var hetta ein púra vanligur dagur í fiskivinnuhøvuðsstaðnum í Føroyum.

Á Kósabrúnni verður fongurin lagdur upp millum trukkarnar og forvitnu høvdini innan í bilunum. 

Men hetta er ikki nakar vanligur dagur, tí uttast á Kósabrúnni liggur russiski trolarin Melkart 2, sum er á svartalista nærum alla aðrastaðni enn í Føroyum.

Hesin trolarin er so vandamikil fyri føroyska samfelagið, at landsstýrið hevur lagt uppskot fram, har biðið verður um heimild at nokta skipinum atgongd í føroyskan sjógv og í føroyskar havnir. Men eru heimildirnar víðgongdar, so er líkasælan hjá myndugleikunum eyðsýnd!

Fólkið á Kósabrúnni hevur hug at smírast eitt sindur at okkum, nú vit eru komnir til Klaksvíkar at fregnast um Melkart 2.

Sí innslag í Degi og viku:

 

MELKART_KLAKSVIK
 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672