Botnventilur kanska orsøkin

14.11.2014 - 14:37
InnlendisSamfelag
Botnventilur kanska orsøkin
Atgongdin til botnventilarnar í maskinrúminum á trolaranum Gullbergi var ikki sambært forskriftunum hjá Skipaeftirlitinum
Mynd: Suðurrás.fo  

Ein brotin botnventilur, sum ikki bar til at sleppa fram at at skrúva fyri, var kanska orsøkin til, at Gullberg sakk.

Atgongdin til botnventilarnar í maskinrúminum á trolaranum Gullbergi var ikki sambært forskriftunum hjá Skipaeftirlitinum.

Skipið var annars sýnað og góðkent uttan viðmerkingar.

Sjóvinnustýrið hevur útveitt sýn og eftirlit við skipum til klassafeløgini. Det Norske Veritas var klassafelag hjá Gullbergi.

Men tað fær ongar avleiðingar fyri samstarvið millum Sjóvinnustýrið og klassan, at Gullberg var góðkendur uttan viðmerking um atgongdina til botnventilarnar, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781