Bóndafelagið: Málið um ræðisrætt ger tað torført at reka landbúnað

Bóndafelagið: Málið um ræðisrætt ger tað torført at reka landbúnað
Um eitt slíkt mál ikki kann roynast í rættinum, er tað ein hóttan móti rættartrygdini hjá festarum, sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum 
Sigert Patursson er formaður í Bóndafelagnum.
 
05.03.2026 - 13:35

- Hetta ger tað ógvuliga torført at reka landbúnað. 

Tað sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagum, um ósemjuna um ræðisrættin til vatnið, sum smoltstøðin í Skálavík skal brúka,

Sigert Patursson vísir á, at festarar í framtíðini fara at aftra seg við at gera íløgur, um verjan móti almennum inntrivum í festini verður tikin burtur.

Festarin heftir persónliga fyri allari skuld og skyldur hjá festinum, og tað kann gera tað torført at reka landbúnaðarvinnu, sigur hann. 

Um eitt slíkt mál ikki kann roynast í rættinum, er tað ein hóttan móti rættartrygdini hjá festarum, sigur Sigert Patursson. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

05032026_Sigert

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025