- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingfólk: Íbúðir frá Bústøðum ov dýrar
19.11.2014 - 14:34
Innlendis›Politikkur
Tingfólk: Íbúðir frá Bústøðum ov dýrar
Rósa Samuielsen, tingkvinna, setur spurnatekin við, um Bústaðir gera eftir ásetingunum í lógini

Summar íbúðir, sum Bústaðir byggja, eru so dýrar at leiga, at tær eru at meta sum marglætisíbúðir.
Tað varð ført fram í tinginum, tá ófráboðaðir spurningar vórðu á skránni seinnapartin.
Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum spurdi Jørgen Niclasen,landsstýrismann, um Bústaðir gera eftir ásetingunum í lógini.
Jørgen Niclasen svaraði, at Bústaðir royna at byggja íbúðir kring alt landið, og at roynt verður at trýsta prísin.
- Bústaðir fylgja endamálinum í lógini, men eru ikki komnir á mál, segði Jørgen Niclasen.
Hoyr alt orðaskiftið um fyrispurningin her.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











