- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórin á LS: Má halda meg til fíggjarkarmin
21.11.2014 - 13:40
Innlendis›Politikkur
Stjórin á LS: Má halda meg til fíggjarkarmin
Sigurð Ó. Vang svarar atfinningum frá serlæknum um støðuna á Landssjúkrahúsinum

- Eg má halda meg til fíggjarkarmin, sum eg havi at virka innanfyri. At tað elvir til ørkymlan og strongd, viðurkenni eg, men eg vóni at finna eina loysn.
Tað sigur Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, nú tað verður funnist at sjúkrahúsleiðsluni.
Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri, sigur, at hugsað verður meiri um bókhald enn læknafakliga spurningin. Pero Sore, giktalækni, hevur einsamallur ábyrgdina av 1500 sjúklingum. Hann heldur, at tað var ein provokasjón at fáa vita
í telduposti, at viðgerð skuldi steðgað, tí heilivágskontan var tóm.
Hoyr Sigurð Ó. Vang, sum var gestur hjá Jón Brian Hvidtfeldt í útvarpsstovuni
.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV












