Eyðun á Rógvi: Astrup er nasadjarvur

24.11.2014 - 13:12
InnlendisPolitikkur
Eyðun á Rógvi: Astrup er nasadjarvur
Fyrrv. formaðurin í Fíggingargrunninum heldur, at Jørn Astrup Hansen fer ov lætt um sannleikan í málinum um Eik Banka

Jørn Astrup Hansen fer dekan ov lætt um sannleikan, tá hann heldur at Fíggingargrunnurin kundi havt gjørt aldarinnar handil við at keypa part av endurstovnaða Eik Banka saman við TF Holding.

- Skuldu vit í óðum verkum slept BankNordik uppá fjall? Tað er ikki sørt nasadjarvt av Jørn Astrup Hansen at koma við slíkum uppáhaldum, sigur Eyðun á Rógvi, sum til fyri stuttum var nevndarformaður í Fíggingargrunninum frá 1992.

Eyðun á Rógvi fór herfyri frá sum formaður fyri Fíggingargrunnin frá 1992. Nýggja nevndin í grunninum er biðin um at koma við einum tilmæli um, hvørt almennu partabrøvini í BankNordik skulu seljast og hvussu tað í sofall skal gerast.

Jørn Astrup Hansen var gestur í sendingini Sjá í sjónvarpinum í gjárkvøldið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV