Heldur fleiri enn færri túrar við Teistanum

24.11.2014 - 08:22
InnlendisPolitikkur
Heldur fleiri enn færri túrar við Teistanum
Páll á Reynatúgvu finst at Strandferðsluni, nú siglingin leygardag og sunnudag verður skerd

Tað má bera til hjá Strandferðsluni at laga siglingina um Skopunarfjørð soleiðis, at heldur fleiri enn færri túrar verða sigldir.

Tað sigur Páll á Reyntúgvu, løgtingsmaður, nú Teistin frá 1. desember fer at sigla tveir túrar fyrrapart leygardag og sunnudag, í staðin fyri tríggjar.

Fiskavirking er við at taka seg uppaftur í Skopun, og aling verður roynd á Sandsvág.

Tí er neyðugt, at heldur fleiri enn færri túrar verða til og úr Sandoynni, sigur Páll á Reynatúgvu
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687