IA fríggjar til Siumut

25.11.2014 - 13:45
Innlendis›Politikkur
IA fríggjar til Siumut
Valstríðið í Grønlandi er komið í hæddina

Tað vakti ans, tá forkvinnan í flokkinum IA, Sara Olsvig,í beinleiðis sjónvarpskjaki í gjárkvøldið við formannin í Siumut, Kim Kielsen, beyð honum til politiskt samstarv eftir landstingsvalið fríggjadagin.

Valstríðið er samstundis merkt av gølum. Nýggjastu roknskapartølini í grønlendska landsroknskapinum hava higartil ikki vunnið vegin fram til almenningin, samstundis sum tað frættist, at inntøkurnar hjá landskassanum svíkja.

Tað fær grønlendska arbeiðsgevarafelagið at krevja tølini almannakunngjørd beinan vegin.

Hoyr Liljuna Weihe úr Nuuk

 

Mynd: Sara Olsvig, forkvinna í IA, og Kim Kielsen, formaður í Siumut

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541