Granskari: Samband millum royking og bróstkrabba

26.11.2014 - 14:06
Innlendis›Samfelag
Granskari: Samband millum royking og bróstkrabba
Vandin er størri, tess longur kvinnur bíða við at fáa fyrsta barnið

Gentur, sum byrja at roykja á heilt ungum árum, eru í nógv størri vanda fyri at fáa bróstkrabba.

Tað sigur Eivind Bjerkaas, lækni, sum starvast á heilsuvísindaligu deildini á lærda arktiska háskúlanum í Tromsø.

Í síni doktararitgerð hevur Eivind Bjerkaas granskað heilsuupplýsningar hjá 300.000 kvinnum, og úrslitið er greitt:

Tað er samband er millum royking og bróstkrabba. Og vandin er størstur hjá kvinnum, sum roykja, áðrenn tær eiga fyrsta barnið.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025