Leggur seg ikki út í málið fyribils

01.12.2014 - 08:59
InnlendisPolitikkur
Leggur seg ikki út í málið fyribils
Tórmóður Stórá tekur ikki við starvinum sum leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum

- Sum eg havi skilt á lagnum, so er samband millum sjúkrahúsleiðsluna og leiðaran á Psykiatriska Deplinum. Og tað arbeiðið fari eg ikki at leggja meg útí.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú Psykiatrisko Depilin ongan leiðandi yvirlækna hevur.

Fríggjadagin varð greitt, at Tórmóður Stóra tekur ikki við starvinum sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Hann sigur seg vera ótryggan við tær raðfestingar, sum verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum í løtuni.

Hoyr Tormóð Stórá og samrøðu við Karsten Hansen, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472