Kann verða noyddur at skriva út nýval

03.12.2014 - 14:33
Innlendis›Politikkur
Kann verða noyddur at skriva út nýval
Meiriluti er ikki fyri fíggjarlógaruppskotinum hjá svensku stjórnini, men kortini skal ríkisdagurin atkvøða um uppskotið

Politiska støðan í Svøríki er spent í løtuni, og endin kann verða, at sosialdemokratiski forsæstisráðharrin, Stefan Løfven, verður noyddur at skriva út nýval.

Stjórnin hevur ikki meiriluta í ríkisdegnum, og borgarligu flokkarnir vilja ikki atkvøða fyri fíggjarlógaruppskotinum hjá stjórnini. Svøríkisdemokratarnir, sum eingin vil samstarva við, taka undir við fíggjarlógaruppskotinum hjá andstøðuni.

Hóast uppskotið hjá stjórnini væntandi fellur, sleppur ríkisdagurin at atkvøða um tað, sigur ein sosialdemokratiskur ríkisdagslimur fyri svensku tíðndastovun.

Hoyr samrøðu, sum Lív Mikkelsen gjørdi við Jóan Paula Jakobsen, ið lesur í Umeå, í útvarpstíðindunum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334