Samtak: Skerd fiskavirkisskipan rakar meint

08.12.2014 - 11:39
InnlendisPolitikkur
Samtak: Skerd fiskavirkisskipan rakar meint
Samskiparin í Samtaki ávarar ímóti, at ávís virki verða tikin úr skipanini, tí einki kemur í staðin

Fiskavirkisskipanin hjá ALS skal nú skerjast.

Fyrsta dagin kemur ALS-stýrið við einum tilmæli til Johan Dahl, landsstýrismann, um at uppsjóvarvirki, kryvjivirki, landingarmiðstøðir og Havsbrún ikki longur skulu kunna vera í skipanini.

Fiskavirkisskipanin veitir stuðul til tey, sum ikki fáa fulla arbeiðsviku á fiskavirkjum. Tað vil siga, at hesi fólk fáa lutvíst løn og lutvíst studning frá fiskavirkisskipanini.Fyri at eitt virki skal koma undir fiskavirkisskipanina, skal tað støðugt fáast við tilvirking av fiski ella fiskaúrdrátttum. Tað gera kryvjivirki og Havsbrún.

Men stendur tað til meirilutan í stýrinum, so verður kunngerðin broytt. Og tá verða arbeiðsfólk á hesum virkjum ikki longur tryggjað í fiskavirkisskipanini.

Búskaparráðið hevur sagt, at fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein av mongum forðingum, sum eiga at verða beindar burtur úr høvuðsvinnuni. Búskaparráðið sigur, at fiskavirkisskipanin er ikki rætta amboðið at forða fyri, at arbeiðsfólk rýma av flakavirkjunum, tá ov lítil fiskur er.

Besta amboðið er at umskipa fiskivinnuna til eina burðardygga vinnu og lata hana virka eftir marknaðartreytum, so framleiðslan lagar seg eftir fiskinum, sum skip og bátar koma við, sigur Búskaparráðið,

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sum umboðar fimm stór fakfeløg, ávarar ímóti at skerja skipanina, tí einki kemur í staðin. Hon væntar, at nakrar hundrað familjur verða raktar, og tað verður ein fíggjarligur smeitur fyri hesar familjur.

Hoyr samrøðu, sum Brynhild Thomsen gjørdi við Sonju Jógvansdóttir í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395