Býráðslimur: Havsbrún hóttir

09.12.2014 - 08:09
InnlendisPolitikkur
Býráðslimur: Havsbrún hóttir
Hóast Havsbrún ikki hevur fingið endaligt byggiloyvi, er fyritøkan farin at grava út og gera klárt til at stoypa við havnarlagið í Fuglafirði

Havsbrún hóttir býráðspolitikarar, sigur Magnus Midjord býráðslimur í Fuglafirði.

Hóast Havsbrún ikki hevur fingið endaligt byggiloyvi, er fyritøkan farin at grava út og gera klárt til at stoypa við havnarlagið í Fuglafirði.

Sambært Magnusi Midjord hevur stjórin í Havsbrún, Odd Eliasen, hótt býráðslimir við millióna-endurgjaldskravi, um Havsbrún ikki fær byggiloyvi, tá ið avtornar.

Odd Eliasen vil ikki gera viðmerkingar til málið fyrr enn tað er avgreitt, men hann sigur, at hann í samsvari við løgfrøðilig tilmæli hevur kunnað býráðið um, at Havsbrún fer at missa pening, um teir ikki fáa byggiloyvið, og at tað kann elva til eitt endurgjaldskrav.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086