Útlendingar fáa ikki eftirlønina sum løn

Útlendingar fáa ikki eftirlønina sum løn
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at hetta er ein trupulleiki, og vandi kann kann vera fyri, at útlendingar ikki koma til Føroya at arbeiða, hóast brúk er fyri teimum
Tørvur verður á 700-850 fólkum í Føroyum, serliga við yrkisútbúgvingum og KT-førleika. (Savnsmynd)
 
10.02.2025 - 12:10

Tá ið útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, fáa alla eftirlønina í einum, tá ið teir fara úr Føroyum, í staðin fyri sum løn, so hvørt teir fáa løn, kann tað gera, at teir ikki velja sær arbeiði í Føroyum.

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í hoyringarskrivi um uppskotið um broyting í eftirlønarlógini.

Uppskotið er um at strika møguleikan hjá útlendingum at fáa eftirlønina sum løn.

Í staðin mælir landsstýrið til, at fólk fáa samansparingina, tá tey fara av landinum aftur, og ikki hava verið í Føroyum í meira enn 60 mánaðir.

Í kanning hevur arbeiðsgevarafelagið víst á, at starvsfólkatørvurin á summum økjum í privatu vinnuni er stórur.

 

Tørvur á 700-850 fólkum 

Um fáa ár kunnu vit vænta at skula brúka 700 til 850 fleiri fólk, serliga fólk við yrkisútbúgvingum og KT-førleikum.

Avleiðingin av uppskotinum um eftirlønina, kann gerast, at starvsfólkatrotið í privatu vinnuni verður størri, sigur arbeiðsgevarafelagið.

Felagið sigur, at tið útlendingar skulu velja millum størv í Føroyum ella uttanlands, leggja teir stóran dent á nettolønina.

Við broytingini, sum landsstýrið ætlar at gera, fáa fólk nógv minni í løn, tí eftirlønin ikki regluliga kann roknast um til løn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858