Kommunur skulu gjalda fyri fátæk

12.12.2014 - 10:01
Innlendis›Politikkur
Kommunur skulu gjalda fyri fátæk
Frípláss á dagstovnum eru kommunumál, og kommunur skulu eisini gjalda, um skatturin lækkar

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vil fegin hjálpa teimum fátækastu í landinum. Men tað eru kommunurnar, sum skulu gjalda.

Landsstýriskvinnan ætlar at hækka markið fyri, nær tú missir frípláss á dagstovni, men hetta er málsøki hjá kommununum. Eisini ber til at lækka skattin, men kommunurnar skulu gjalda fyri skattalættan.

Annika Olsen sigur, at hon hevur ikki viljað strongt á kommunurnar í hesum málinum, tí tað hevði verið steinur oman á byrðu, nú kommunurnar skulu taka við eldraøkinum á nýggjárinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334