Umsitingin í Fiskimálaráðnum tikin av ræði

09.02.2015 - 15:25
Umsitingin í Fiskimálaráðnum tikin av ræði
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur umsitingina í Fiskimálaráðnum av ræði í spurninginum um framhaldandi royndarloyvi eftir hvítingsbróðri
Grunnabarð
Mynd: Savnsmynd  

Innanhýsis eftirmetingin í Fiskimálaráðnum vísir, at reiðaríini South Pelagic og North West Pelagic lítið ella einki hava gjørt burturúr hesum royndarfiskiskapi. Tí er ikki grundarlag fyri at halda fram.
Men reiðaríið hjá Grunnabarði streingir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri at fáa útgingna royndarloyvið broytt til eitt varandi loyvi - og tað gevur úrslit.
Fiskimálaráðið arbeiðir í løtuni við eini reglugerð um, hvussu royndarfiskiskapur skal fyrisitast.
Í kvøld kemur onnur sendingin í røðini um fiskivinnuna. Sendingin í kvøld viðger umsitingina av botnfiskastovnunum í Føroyum og sambondini millum politikarar og reiðarí.
Sendingin er á skránni í sjónvarpinum, beint eftir Dag & Viku.

 
Er kopiera

Sí eisini

11.12.13
19101
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115