Ivasamt við ognarskapinum í føroysku fiskivinnuni

10.02.2015 - 13:58
Ivasamt við ognarskapinum í føroysku fiskivinnuni
Løgmaður sigur, at útlendsku ognarviðurskiftini í føroysku fiskivinnuni eiga at endurskoðast, um tey eru eftir lógarinnar bókstavi
Løgmaður ivast í ognarskapinum í føroysku viskivinnuni
Mynd: sansmynd  

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður viðgongur, at gjøgnumskygnið í útlendskum ognarskapi í føroyskari fiskivinnu er ikki nóg gott.
Hann nevnir sum dømi garnaskipið, Anitu, sum í smálutir varð stýrt úr Spania, hóast eigararnir á pappírinum vóru føroyingar.
Kringvarpið tosaði fyrrapartin við løgmann og spurdu hann, um ásetingin í lógini um, at útlendingar í mesta lagi mugu hava ein triðing av ræðisrættinum í einum skipi, ikki verður brotin, tá allur fyrstu veðrættur í Asbjørn Senior uppá 80 milliónir krónur liggur hjá gomlu eigarunum í Hirtshals.
Og feilurin, sum løgmaður nevndi, koma vit til nú, tí vit hava eina rættleiðing til sendingina "Oyðandi gávubúðin", sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldi.
Jacob Vestergaard var ikki landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá South Pelagic fekk útskrivað royndarloyvi til fiskiskap eftir hvítingsbróður, 15. juli í 2011.
Tí var tað skeivt at vísa mynd av Jacob Vestergaard saman við grafikki av royndarloyvinum og Grunnabarði.
Tað var skeivt at siga, at hann sum landsstýrismaður loyvdi reiðarínum at byrja henda royndarfiskiskap, og tað var tí eisini skeivt at siga, at hann avgjørdi at stuðla sínum nærumhvørvi.
Jacob Vestergaard var landsstýrismaður til apríl 2011, og aftur frá februar 2012. Johan Dahl var landsstýrismaður í fiskivinnumálum á sumri í 2011.
Kringvarpið biður Jacob Vestergaard og hyggjararnar um at halda okkum til góðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634