Norðurlandaráðið raðfestir fiskivinnu og umhvørvi

02.03.2015 - 09:44
Innlendis›Politikkur
Norðurlandaráðið raðfestir fiskivinnu og umhvørvi
Fiskivinnan og umhvørvið í sjónum eru raðfest, nú Danmark hevur formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Fiskivinnan og umhvørvið í sjónum eru raðfest, nú Danmark hevur formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Dentur hevur verið lagdur á tað grøna, men nú er tað bláa fremst, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í norðurlendskum samstarvi.

Fíggjarætlanin hjá Norðurlendska ráðharraráðnum er 930 mió. kr. um árið.

Samstarvsráðharrarnir hava ábyrgdina av fíggjarætlanini og hava góðar 80 milliónir krónur til øki, sum ráðharrarnir raðfesta fremst.

Av teimum 80 milliónunum eru síðani 45 settar av til tað, sum landið, sum hevur formansskapin í Ráðharraráðnum, leggur dent á.

Í ár hevur Danmark formansskapin.

Tað kemur væl við hjá Føroyum, sigur Annika Olsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334