Næmingar máttu bíða eftir boðum um PISA-royndina

16.03.2015 - 13:36
InnlendisSamfelag
Næmingar máttu bíða eftir boðum um PISA-royndina
Mentamálaráðið bjóðaði teimum at eta, meðan bíðað varð, siga Annika og Nathalia úr 9. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla

Í morgun klokkan hálvgum níggju skuldu PISA kanningarnar fara í gongd á fleiri skúlum kring landið.

Men tá næmingarnir skuldu byrja, fingu tey at vita, at tekniskir trupulleikar vóru við geymunum, sum skúlarnir hava fingið útvegaðar frá Mentamálaráðnum, og royndirnar eru tískil útsettar til kl 13.00 í dag.

Talgildar royndir hava ikki altíð hepnast so væl hjá Mentamálaráðnum. Í fjørð mátti landsroyndin útsetast, og varð síðani avgreidd við pappíri og blýanti, tí talgilda skipanin fekst ikki at rigga. 

Mentamálaráðið bjóðaði mat

Tað er ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Mentamálaráðnum til hesa tíðinsasendingina, har sigur eingin seg vita nakað um málið.
 

Kortini hava tey tikið sær væl av næmingunum, meðan tey hava bíðað. Í kantinuni í Venjingarskúlanum fingu næmingarnir mat frá Sunset fortaldu tær báðar Annika og Natalia, sum vit hittu uttanfyri skúlan. 

Hoyr samrøðu við Onniku og Nathaliu. Tær ganga í 9. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla, og greiddu soleiðis frá royndini í morgun.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815