Hvat er ein hálv neyðtøka

15.04.2015 - 10:21
Lívsstílur
Hvat er ein hálv neyðtøka
Lóggávan skal broytast, tí ein neyðtøka er ein neyðtøka. Einki er ein hálv neyðtøka, sigur aðalskrivarin í Amnesty Føroyadeild, Katrin á Neystabø

Hósdagin 16. apríl, í morgin, hevur Amnesty aðalfund í Perluni í Havn. Eftir fundin verður alment tiltak: "Revsilógin og neyðtøkur". Tiltakið byrjar kl 20.00 í Perluni, og øll eru vælkomin at hoyra meira um eina avoldaða revsilóg, sum felagskapurin meinar skal broytast.

Arbeiðið hjá Amnesty tekur støði í Kvinnurættindasáttmálnum hjá ST, og Amnesty heitir á føroysku myndugleikarnar at broyta partarnar av føroysku lóggávuni, sum gera mismun av neyðtøkuoffrum. Amnesty meinar, at neyðugt er við eini heildarætlan, sum breitt ávísir, hvat er neyðugt at gera fyri at verja rættarstøðuna hjá teimum, ið eru fyri neyðtøkum.

Aðalskrivarin í Amnesty føroyadeild, Katrin á Neystabø, vitjar í útvarpsstovuni

Skráin kann lesast á heimasíðuni hjá Amnesty.fo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114