Símun Samuelsen: Hetta er ikki gott nokk

10.05.2015 - 19:41
ÍtrótturFótbóltur
Símun Samuelsen: Hetta er ikki gott nokk
Símun Samuelsen, leikandi hjálparvenjari hjá HB, var ónøgdur við bert at fáa eitt stig, eftir at klassikarin við Stórá ímóti TB endaði 1-1
Mynd: Knút Olsen  

Símun Samuelsen, leikandi hjálparvenjari hjá HB, var ikki heilt nøgdur eftir 1-1 javnleikin ímóti TB við Stórá á Tvøroyri.

Hann helt, at HB átti at havt avgjørt dystin til egnan fyrimun síðstu løtuna, tá útiliðið hevði onkran stóran málmøguleika.

 - Hann liggur og dansar á linjuni har ímóti endanum, bæði Christian og René kunnu skjóta hann inn og Ivan var ikki eingong í málinum. Men held og óheld kann man ikki snakka um.

Tað endar 1-1, TB kempar gott og okur royna at fáa mál og fáa tað ikki, segði leikandi venjarin, sum sjálvur kom á vøllin í seinna hálvleiki. 

HB hevur nú sekstan stig og liggja átta stig aftanfyri oddaliðið, NSÍ.  

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070