Víkingur vann trygt á KÍ, og Heðin Hansen tryggjaði HB alt í yvirtíðini

Víkingur vann trygt á KÍ, og Heðin Hansen tryggjaði HB alt í yvirtíðini
Olaf Bárðarson og Arnbjørn Svensson skutu málini í tryggum víkingasigri í Klaksvík, meðan Heðin Hansen gav HB sigurin, tá tað sá út til, at NSÍ hevði spilt havnamonnum spælið
Áki D. Samuelsen og HB vunnu í evstu løtu á NSÍ og eru framvegis fremst saman við Víkingi
Mynd: Leit  
 
02.06.2024 - 20:01

Víkingur og HB strúka avstað í kappingini um føroyameistaraheitið.

Oddaliðini í Betrdeildini við monnum styrktu um sína støðu við útisigrum á ávikavist KÍ og NSÍ sunnudagin. Aðrastaðni spældu B36 og 07 Vestur sera málríkan javnleik.

 

Víkingur sannførandi í Klaksvík

Tá KÍ vann á Víkingi í 9. umfari, meldaði føroyameistarin seg inn aftur í FM-stríðið, men heimaliðið var ongantíð nær við at endurtaka sigurin sunnudagin.

Avrikið hjá fremsta liðnum í deildini var sannførandi, og tað var uppiborið, at Olaf Bárðarson sendi Víking framum úr stuttari frástøðu miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Munurin í steðginum kundi verið størri, men Víkingur mátti bíða til 20 minuttir vóru eftir, áðrenn avgerðin fall.

Tá skoraði Arnbjørn Svensson til 2-0, og hóast KÍ onkuntíð var nær við at minka um munin, var víkingasigurin ongantíð í vanda.

 

Heðin Hansen avgjørdi stórdrama í yvirtíðini

Við Løkin í Runavík høvdu Mikkel Dahl og Sammy Skytte givið HB trygga og uppiborna tvey mála leiðslu, og alt bendi á, at havnarfelagið fór at spáka seg til øll stigini, tá alt brádliga vendi stutt fyri leiklok.

Fyrst minkaði Pætur Hentze um munin við einum innleggi, sum sigldi upp og aftur um HB-málverjan, Teit Matras Gestsson, og inn í handara horn, og í sama minutti javnaði Petur Knudsen við skallara eftir innlegg frá Búa Egilsson úr vinstru síðu.

Heimaliðið kundi og átti helst at farið eftir øllum, men í staðin trýstu gestirnir spælið inn aftur á NSÍ-hálvuna, og tað gav úrslit, tá Heðin Hansen fekk fatur á einum leysum bólti og sendi eitt flatt skot fram við Kristiani Joensen og í netið til 3-2.

 

Málveitsla í Gundadali

Viðhaldsfólkini í Gundadali fingu í øllum førum mál fyri peningin, tá B36 og 07 Vestur hittust.

Júst hesi bæði liðini eru kanska tey, sum eru torførast at rokna út, og tað var sjón fyri søgn, tí dysturin endaði við 4-4 javnleiki. Vágamenn vóru frammanfyri fýra ferðir, men hvørja ferð megnaði heimaliðið at javna.

Leygardagin vann B68 týðandi sigur á EB/Streymi. Villiam Klein skeyt bæði málini hjá toftamonnum í 2-0 sigrinum á Svangaskarði, og nú er bert eitt stig upp til sundalagsmenn á 8. plássi. 

Støðan hjá ÍF versnaði av tí sama. Fuglfirðingar taptu 3-2 fyri Skála, sum nú veruliga er leyst úr botninum við 13 stigum - ávikavist tvey og trý stig aftan fyri 07 Vestur og B36 mitt á stigatalvuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717