Tóku uppskot um sáttmálarættindi aftur

20.05.2015 - 11:22
InnlendisPolitikkur
Tóku uppskot um sáttmálarættindi aftur
Fiskimannafelagið vildi hava Javnaðarflokkin at broyta uppskotið, sum kanska verður lagt fram av nýggjum

Tríggjar ferðir er uppskotið fallið í løgtinginum. Fjórðu ferð slapp tingið ikki at atkvøða um tað, tí tað varð tikið aftur.

Eitt bræv frá Fiskimannafelagnum til Vinnunevndina fekk Javnaðarflokkin at taka uppskotið um sáttmálarættindi hjá útlendskum fiskimonnum aftur.

Kanska kemur tað aftur í løgtingið eftir ólavsøku, men tá sum eitt annað uppskot.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at flokkurin virðir tað, sum manningarfeløgini siga.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, um neyðugt verður at broyta útlendingalógina, tí hon er donsk og verður ikki broytt frá degi til dags.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112