ST mælir aftur til mannarættindastovn í Føroyum

21.05.2015 - 10:10
InnlendisPolitikkur
ST mælir aftur til mannarættindastovn í Føroyum
Danski stovnurin fevnir eisini um Grønland, men Føroyar vilja hava egna loysn á málinum

Sameindu Tjóðir mælir aftur til, at vit fáa ein mannarættindastovn í Føroyum.

Danski mannarættindastovnurin varð fyri nøkrum árum síðani víðkaður til eisini at fevna um Grønland, men Føroyar vildu tá hava egna loysn á málinum.

Enn er tó eingin loysn í eygsjón, og nú er so aftur komið tilmæli frá ST um ein mannarættindastovn, sum skal taka sær av øllum mannarættindaspurningum í Føroyum.

Hoyr samrøðu við Margrethu Nónklett, fulltrúa á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, í útvarpstíðindunum.

 

Mynd: Margretha Nónklett, fulltrúi, sum umboðaði Føroyar á fundinum í Geneve

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV