Vørn: Anita átti at mist loyvi med alla

21.05.2015 - 08:51
InnlendisSamfelag
Vørn: Anita átti at mist loyvi med alla
Stjórin í Vørn tekur ikki undir við avgerðini hjá Løgmansskrivstovuni at taka rættindini frá Anitu í avmarkaða tíð

Tað hevði verið rættast at tikið øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu med alla. So hevði Føroya rættur gjørt av, hvussu slík brot skulu revsast í framtíðini.

Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, eftir at Løgmansskivstovan hevur boðað felagnum frá, at Anita missir øll rættindi at fiska í føroyskum sjógvi til 31. august næsta ár.

Tá Føroya rættur í fjør dømdi í málinum um Anitu, gjørdi Vørn viðmerkingar til dómin.

Vørn skivaði m.a., at stovnurin metti brotini at verða tey grovastu, sum nakrantíö hava verið staðfest, so leingi fiskiveiðieftirlit hevur verið skipað á føroyska landgrunninum. 

Vørn metir, at brotini eru so grov, at bert ein endalig afturtøku stendur mát við framdu brot, og skal Vørn tí sum sermyndugleiki á økinum viðmæla Løgmansskrivstovuni at taka veiðiloyvið frá reiðarínum endaliga, sum heimilað í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Hoyr samrøðu við Elmar Højgaard, stjóra í Vørn, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

01.08.19
97257
16.07.19
96835
01.07.19
96273
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065