- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingsval verður útskrivað í dag
Fólkatingsval verður útskrivað í dag, siga danskir miðlar.
Helle Thorning Schmidt hevur kallað inn til tíðindafund klokkan 10 føroyska tíð, og tá fer hon væntandi at skriva út fólkatingsval.
Í tíðindaskrivinum frá danska forsætismálaráðnum verður sagt, at Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, fer at koma við einari fráboðan, og høvi verður ikki at seta spurningar, stendur í tíðindaskrivinum.
Væntandi verður fólkatingsvalið annaðhvørt 16 ella 17 juni.
Seinasta fólkatingsval var 15. september 2011, og eftir tað valið gjørdist Helle Thorning Schmidt forsætisráðharri.
Sambært veljarakanningum, so er borgarligi vongurin á odda, men vinstri vongurin hevur framgongd.
Millum høvuðsevnini í valstríða verða búskapurin og útlendingapolitikkur, sigur Uni Holm Johannesen úr Keypmannahavn.
Tak niður
Sí eisini