- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Í meira enn 10 ár var blokkstuðulin úr Danmark frystur, men undir verandi samgongu er hann aftur vorðin prístalsviðgjørdur. Røddir eru frammi um, at blokkstuðulin eigur at vaksa, og at heilsuverkið í Føroyum í størri mun eigur at verða fíggjað úr Danmark. Hinvegin siga onnur, at blokkstuðulin skaðar marknaðarmekanismurnar í Føroyum, og at hann sum skjótast eigur at burturbeinast.
Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, Magni Arge úr Tjóðveldi, Karlot Hergeirsson úr Framsókn og Zakarias Wang, uttanflokkaumboð, skifta orð um blokkstuðulin.
Næstan alt, vit brúka í Føroyum, innflyta vit, og næstan alt, vit framleiða, útflyta vit.
Føroyar hava ein av heimsins mest opnu búskapum, og tí eru góð handilssambond við umheimin ein fortreyt fyri framburði her. Men eru handilsavtalurnar við onnur lond og felagsskapir nóg góðar, og gongur nóg skjótt at fáa nýggjar avtalur gjørdar í einum broytiligum heimi?
Í øðrum parti av sendingini kjakast Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Pól Jákup Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum um, hvussu handilsviðurskifti Føroya við umheimin kunnu bøtast og framtíðartryggjast.
Tøkningur Kári Annand Berg
Lagt tilrættis Brynhild Thomsen

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




