Borgarstjórin: Góð loysn at Bústaðir byggja

24.06.2015 - 11:24
InnlendisPolitikkur
Borgarstjórin: Góð loysn at Bústaðir byggja
Millum 32 og 35 lestraríbúðir verða bygdar í Kommunuskúlanum í Havn, og tað er ein góð loysn, at Bústaðir byggja, sigur Heðin Mortensen

Tórshavnar kommuna kann í løtuni ikki raðfesta at byggja nýggjar lestraríbúðir. Tí er tað ein góð loysn at taka av tilboðnum hjá Bústøðum at umvæla kommunuskúlan og byggja lestraríbúðir har.

Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Bústaðir hava søkt um at sleppa at leiga ein part av Kommunuskúlanum í 30 ár, og mánakvøldið samtykti býráðið at leiga Bústøðum 1440 fermetrar.

Men atfinningar hava verið í býráðnum ímóti uppskotinum. Millum annað hevur Jógvan Arge, býráðslimur, skotið upp at taka Kommunuskúlan niður og tingast við Bústaðir um at byggja lestraríbúðir á staðnum, tí gamli bygningurin er soppafongdur og ikki egnaður til íbúðir.

Men hendan loysnin er ikki ein gongd leið í løtuni, heldur Heðin Mortensen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313