Johan Dahl: Partafelag er neyvan besta loysnin

25.06.2015 - 11:44
InnlendisPolitikkur
Johan Dahl: Partafelag er neyvan besta loysnin
Johan Dahl, landsstýrismaður, fer nú at viðgera frágreiðingina um at útveita leiðir hjá Strandferðsluni

Bygdaleiðir kosta landinum ov nógv.

Landsstýrismaðurin er samdur við arbeiðsbólkin, sum kannaði, um tað loysir seg hjá landinum at lata privat reka leiðir hjá Strandfaraskipum landsins.

Johan Dahl er ikki vísur í, at alment partafelag er besta loysnin.

Men smidligari játtan til almenna stovnin Strandfaraskip landsins er ein gongd leið.

Frágreiðingin verður nú fyrst viðgjørd í Vinnumálaráðnum og síðani politiskt, sigur Johan Dahl.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970