- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaatkvøða verður í Danmark triðja desember
21.08.2015 - 18:34
Útheimurin
Fólkaatkvøða verður í Danmark triðja desember
Danir skulu atkvøða, um Danmark skal broyta rættarfyrivarni mótivegis ES, - fyrivarni, sum stava frá fólkaatkvøðuni í 1992

Danska stjórnin vil hav heimild til at seta í verk tilvalsskipan, har Fólkatingið leypandi kann samtykkja, hvørji øki innan rættarsamstarvið við ES, Danmark vil verða við í.
Broytingin er átroðkandi, tí rættarfyrivarnið hjá Danmark kunnu m.a. viðføra, at danska løgreglan um skamma stund verður blakað úr evropiska løgreglusamstarvinum, EuroPol.
Tað sigur Rikke Albrechtsen, ES-korrespondentur hjá Altinget.dk í Brússel. Hoyr samrøðu við Rikke.
Kanna málið
Á løgmansskrivstovuni í Tinganesi hava fólk, sum arbeiða við lógarmálum, arbeitt við spurninginum, men enn er ov tíðliga at siga nakað, verður sagt á løgmansskrivstovuni.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














