Varin við at fegnast um avtaluna í Grønlandi

Varin við at fegnast um avtaluna í Grønlandi
- Trump kann broyta meining, so orsøk er at stúra, hóast avtala er gjørd, sigur Billa Sondum í Nuuk. Ragnhild í Skorini heldur tó, at fólk eru minni óttafull nú enn tey vóru
Savnsmynd
 
20.09.2026 - 18:58

- Trump kann broyta meining, so orsøk er at stúra, hóast avtala er gjørd, sigur Billa Sondum í Nuuk, sum var ovfarin, tá hon hoyrdi tíðindini um eina avtalu. Hon helt ikki, at arbeiðsnevndin, sum var sett í januar, fór at arbeiða so skjótt. 

 

- Vit vita ikki, hvat stendur í avtaluni, sigur Billa Sondum, og tí heldur hon, at fólk í Grønlandi eru varin við at fegnast ov nógv um avtaluna. 

 

Ragnhild í Skorini, sum eisini býr í Nuuk, er tó glað um avtaluna og hon heldur, at fólk í Grønlandi at síggja til, eru minni óttafull nú, enn tey hava verið.

 

Tíðindini um avtaluna komu fríggjadagin, tá Donald Trump skrivaði um hana á sosiala miðlinum, Truth Social. Hann skrivar millum annað, at fíggindar hjá USA ikki kunnu gera viðkvæmar íløgur í Grønlandi uttan góðkenning úr USA og at USA fer at økja um sítt hernaðarliga virksemi í Grønlandi.

 

Hoyr samrøðu við Billu Sondum her

 

1833528

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961