Avtala um trygdarpolitisku støðuna hjá Grønlandi

Avtala um trygdarpolitisku støðuna hjá Grønlandi
Semja tykist nú vera funnin í margháttliga stríðnum millum USA øðrumegin og Grønland og Danmark hinumegin um ræðið á Grønlandi
Við nýggju avtaluni eru vónir um, at mótmælisgongur sum henda framman fyri amerikanska konsulátinum í Nuuk verða óneyðugar í framtíðini
Mynd: Savnsmynd  
 
19.09.2026 - 21:18

Í gjárkvøldið okkara tíð var amerikanski forsetin Donald Trump fyrstur úti við tíðindunum um, at USA hevði gjørt eina avtalu við danska kongsríkið og Grønland, sum millum annað gevur USA varandi ræði á trygdini í Grønlandi.

Stutt eftir váttaðu bæði danska Forsætismálaráðið og grønlendska landsstýrið Naalakkersuisut, at ein avtala er um at koma undir land.

Politiskir viðmerkjarar kring allan heim leggja tó dent á, at onki er vist, fyrr enn ein bindandi avtala er undirskrivað, og eftir ætlan skulu Donald Trump forseti, Mette Frederiksen, forsætismálaráðfrúa, og grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen skriva undir avtaluna í New York í næstu viku.

Allir eygleiðarar eru ikki eins ovfarnir av tíðindunum um nýggju avtaluna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1833435
 

Hoyr eisini samrøðuna við Bárð á Steig Nielsen (B), landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum:

1833436

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891